Yvirlit yvir “Ognarviðurskifti í fiskivinnuni” og “Fiskirættindi” fyri 2024

Yvirlitini fyri 2024 yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni og yvir fiskirættindi eru nú almannakunngjørd.

Endamálið við hesum útgávum er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt. Við hesum kunnu fólk á ein einfaldan hátt fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt. 

Útgávan “Ognarviðurskiftini í fiskivinnuni” vísir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum. Útgávan “Fiskirættindi” er eitt yvirlit yvir fiskirættindini hjá føroyskum fiskiførum í 2024, sum er bygt upp í trimum stigum:

1.    Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.
2.    Feløg. Hvørji feløg høvdu rætt til fiskirættindi í einstøku bólkunum.
3.    Skip og bátar. At hvørjum skipum ella bátum hava feløgini knýtt rættindini.

Tað er Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum saman við VØRN hevur staðið fyri útgávunum.

Báðar útgávurnar “Ognaryvirlit” og “Fiskirættindi” liggja á heimasíðuni hjá Vørn www.vorn.fo undir Snarleiðir og á heimasíðuni hjá Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum www.fisk.fo undir Frágreiðingar og álit. Á nevndu slóðum liggja eisini útgávurnar frá undanfarna ári.

Facebook viðmerkingar