Sandoyggin er ein oyggj við potentiali

Í kjakinum um Suðuroyartunnilin og tilhoyrandi vegaføring millum Suðuroyar- og Sandoyartunnilin tykist vera ein ófrættakendur undirtóni av, at Sandoyggin bert er ein løgusteinur ávegis til Suðuroynna; at Suðuroyggin so at siga hevur størri týdning enn Sandoyggin. 

Sandoyggin hevur í langa tíð verið tilafturskomin, og hetta hevur fyrst og fremst at gera við vantandi firðirnar, ið aðrar stórar oyggjar hava notið gott av. Suðuroy varð í 19. og 20, øld ment við støði í natúrhavnunum Trongisvágsfirði og Vágsfirði, og eisini Vágar, Streymoy, Eysturoy og Borðoy hava havt hendan kappingarfyrimun. 

Tíðirnar broytast. Fiskivinnusamfelagið er langt síðani yvirhálað av tænastu- og vitanarsamfelagnum. Bygdir/býir, ið satsa upp á fiskivinnu og tungan ídnað, stagnera, meðan bygdir/býir, ið satsa upp á tænastur og vitan, standa í blóma.

Nógvastaðni síggja vit í dag eina transitión frá ídnaðarsamfelagnum til vitanarsamfelagið, men aðrastaðni er mótstøðan ímóti samfelagsbroytingini risastór – til stóran skaða fyri hesar kommunur. 

Grøna endurføðingin

Nógvar ídnaðarbygdir/-býir uppliva í dag tunga ídnaðin sum eitt haft um beinið, eina forðing fyri at menna bygdina/býin. Her er bæði talan um tunga framleiðslu og tungan flutning, ið elva til negativar uttanvirknaðir (eksternalitetir) av ymiskum slagi. 

Hinvegin fáa nógvar bygdir, ið upp gjøgnum 20. øld vórðu “lopnar um” av ídnaðarmenningini, eina endurføðing við “grøna rákinum”. Í post-materialistiska samfelagnum, ið spríkir fram í hesum tíðum – við grønum virðum sum umhvørvisvernd, burðardygd, stuttflutt o.s.fr. hava hesi støð knappliga eitt “ókeypis aktiv”. Hesar bygdir eru vakrar, friðarligar, óspiltar o.s.fr. Tær hava nógvar av teimum kvalitetum, ið menniskju í dag eftirspyrja – bæði føroyingar og ferðafólk.

Sandoyggin er sum heild eitt øki, ið er lutfalsliga óspilt. Ídnaðarmenningin hevur verið lítil, bygdirnar eru smáar og kompaktar og vegirnir eru sparnir. Út frá einum 20.aldar-sjónarmiði er oyggin tilafturskomin, men út frá einum 21.aldar-sjónarmiði hevur oyggin stórt potentiali, bæði við sínum fagra umhvørvi og nógvum “organiskum býarrúmum”, ið bert í lítlan mun eru trumlað niður av samfelagsmenningini. 


Sandoy hevur bjartari framtíð enn Suðuroy

Vit eiga at skilja, at Sandoyggin – við ella uttan Suðuroyartunli – hevur eitt nógv størri potentiali enn Suðuroyggin. Suðuroyggin var søguliga hin mest framburðsríka oyggin, men hetta er nú søga. Oyggin satsar framvegis í stóran mun upp á fiskiskap, aling og tungan ídnað, og hetta er ein blindgøta fyri oynna, uttan so at atknýttar vitanarvinnur fylgja við.

Sandoyggin liggur hinvegin beint upp at Tórshavn og kann komandi árini byggja sína tilveru á at servisera Havnina (og hini økini norðan fyri) bæði við tænastum og arbeiðsmegi. Júst sum búpláss hevur Sandoyggin eitt risastórt potentiali, tí umframt knýtið til Suðurstreymoy er her slætt, veðurgott, góð atgongd til natúru og trygt hjá barnafamiljum at búleikast.

At Havnin hevur sterkar “push-faktorar” gevur eisini Sandoy samsvarandi sterkar “pull-faktorar”, júst tí at her er eitt “tómrúm”; eitt lágtrýst, ið kann súgva hátrýstið til sín, fyri at brúka eitt aktuelt veðurmetafor. Hóast Havnin hevur eina atdráttarmegi, hevur hon eisini eina centrifugalmegi.   

Suðuroyggin er hinvegin munandi longri burtur enn Sandoyggin. Sandoyggin hevur – eins og Eysturoyggin – beinleiðis samband við Suðurstreymoy. Suðuroyggin er hinvegin tvey stig burtur, eins og Norðoyggjar. Sandoy og Eysturoy eru nú beinleiðis forstaðir hjá Tórshavn – sonevnd “subcentur”.

Men eins og Norðoyggjar nú eru undirskipaðar Eysturoynna, verður Suðuroyggin við suðuroyartunli undirskipað Sandoynna. Hetta er beinleiðis í andsøgn við søguligu sjálvsfatanina hjá Klaksvík og Tvøroyri, ið søguliga vóru “centur” í Føroyum, men nú eru sonevnd “innara periferi”.   


Sandoyggin má staðfesta og verja síni aktiv

Við Sandoyartunlinum lat seg upp ein heilt nýggj verð: alt tað, ið var grátt, hugtungt og tilfafturskomið (à la “Dreymar við havið”) varð við einum gandaslagi litfagurt, bjartskygt og fult av møguleikum.

Talan er um eina “strukturbroyting”, ið er hend knappliga; tað ið áður var dult, er nú opinberað. Nývakti áhugin frá grannaøkjum er eisini við til at lata eyguni hjá sandoyingum upp fyri teimum dygdum, ið oyggin hevur, ið sandoyingar higartil hava tikið fyri givið ella lítisvirt. 

Hesar kvalitetir má og skal Sandoyggin ikki ofra fyri eina farleið millum Sandoyar- og Suðuroyartunnilin. Sandoyingar – og føroyingar annars – mugu staðfesta umhvørvisligu og siðsøguligu kvalitetirnar hjá Sandoynni og syrgja fyri, at bæði býarskipan og samferðsluskipan taka hædd fyri hesum kvalitetum.

Atlit mugu takast fyri at verja og styrkja potentialið hjá Sandoynni, so at Suðuroyartunnilin verður ein win-win-støða fyri báðar oyggjarnar – heldur enn ein win-lose-støða. Vit mugu jú minnast til, at Suðuroyartunnilin er ikki bert ein tunnil til Suðuroyar og fyri suðuroyingar, men eisini ein tunnil til Sandoynna og fyri sandoyingar. 

Kommunurnar í Sandoynni kundu gjørt eitt atlas yvir umhvørvislig og siðsøgulig aktiv í oynni, umframt eina meting av hvørjir møguleikar eru at gagnnýta hesi øki á ein skilagóðan og burðardyggan hátt.

Hendan vitan hevði verið eitt fakliga sterkt amboð at staðið ímóti trýstinum frá øðrum áhugamálum, umframt eitt gott ískoyti til framtíðar býar- og lendisskipan í oynni. 

Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur við sergrein í býarskipan

Facebook viðmerkingar