Seinna frágreiðingin, sum er sprottin úr verkætlanini NorValue (Sustainable value chains in Nordic coastal communities, 2021-2024), er nú almannakunngjørd
Frágreiðingin, sum hevur heitið Open local communities in the Nordic Atlantic, er ritstjórnað av Gesti Hovgaard og Jørgen Ole Bærenholdt, og hon kannar ymisk samfelagsviðurskifti í átta lokalsamfeløgum í útnorðri: Nanortalik og Narsaq í Grønlandi, Siglufjörður og Ólafsfjörður í Íslandi, Vágur og Tvøroyri í Føroyum, og Lurøy og Vega í Noregi. Hesir granskingarstovnarnir luttóku í verkætlanini: Universitetið í Grønlandi, Universitetið á Akureyri, Icelandic Regional Development Institute, Fróðskaparsetur Føroya, Universitetið í Roskilde og Nordland Research Institute.
Frágreiðingin vísir, at lokalsamfeløgini eru nógv broytt seinastu tjúgu árini viðvíkjandi fólkasamanseting, samleika, arbeiðsmarknaði, bústaðarmarknaði og vinnulívi. Tey eru vorðin meira fjølbroytt. Í mongum føri hevur fiskivinnan eisini mist sína ráðandi støðu. Fleiri av lokalsamfeløgunum í kanningini hava ment ferðavinnuna sum eitt nýtt búskaparligt bein at standa á.
Vaksandi tilflyting úr fremmandum londum er eisini eitt eyðkenni í hesum lokalsamfeløgunum. Eitt annað, sum kemur fram í kanningini, er, at alsamt fleiri hús verða brúkt sum frítíðarbústaðir hjá fólki, sum einans býr á staðnum partar av árinum.
Verkætlanin varð sjósett eftir, at Grønlendska Heimastýrið – undir danska formannskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020 – legði fram ynski um at fáa betri granskingagrundað og dagført innlit í avbjóðingar og møguleikar í lokalsamfeløgum, sum liggja við sjógvin. Grønlendska Heimastýrið og Norðurlendska Ráðharraráðið stuðlaðu verkætlanini.
Føroyska íkastið til frágreiðingina er kapittul fýra: Value chains and open communities: Vágur and Tvøroyri in the Faroes. Gestur Hovgaard (Universitetið í Grønlandi), Firouz Gaini (Fróðskaparsetur Føroya) og Ragnheiður Bogadóttir (Fróðskaparsetur Føroya) skrivaðu kapittulin. Gestur Hovgaard var verkætlanarleiðari og ritstjóri til báðar frágreiðingarnar.
Frágreiðing nr. 1 (2022) er her.
Frágreiðing nr. 2 (2024) er her.
Facebook viðmerkingar