Røða framsýning hjá Tróndi Patursson

Røða, ið Sirið Stenberg, landsstýrikvinna í almanna- og mentamálum, helt, tá hon setti framsýning hjá Tróndi Patursson í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík, 15. desember 2024:

Góðan dag øll somul og hjartans tøkk fyri stóra heiðurin at bera eina heilsu fram fyri okkara einastandandi dugnaliga fjøllistamanni Tróndi Patursson.

Vit eru í ársins allar myrkastu tíð. Menniskjasálirnar hungra og bíða eftir, at ljósið skjótt aftur fær tak á myrkrinum. Nakrir dagar afturat, so vendir. Og hvat kann vera meira hóskandi í hesi langtanartíð enn at njóta listina hjá Tróndi. Serstaka listin, sum sprettir og rennur úr ljósinum – og sum í so ymiskum formum, um tað er glas, steinprent, standmynd, málningur ella annað, fær lív og ljós at renna saman.

Onkrastaðni havi eg lisið, at í náttúruni er tað ljósið, sum skapar litir, meðan tað í listini eru litirnir, sum fanga og skapa ljósið. Tá ið tað eydnast, er verkið list. Um tað er rætt, dugi eg ikki at siga. Fakligar førleikar innan listina havi eg ikki, men mín uppliving sigur mær so mikið, at mín vera – øll, sum hon er – upplivir ein fullkominleika, sum sjáldan er – til dømis tá ið eg komi inn í Gøtu Kirkju, sum tú Tróndur so hegnisliga hevur prýtt. Tað er nakað heilt serligt. Himmal og jørð, heljardýpið, lívsfarið, menniskjuni, menniskjasonurin, krossurin og vónin renna úr tí svarta, bláa og yvir í tað grøna til at loysast upp í tí gula við uppreisnini. Ljósið sigrar á myrkrinum. Slíkt kunnu bara sonn listafólk skapa. Kristindómurin lýstur í einari guddómligari mynd.

Góði Tróndur
Tað eru skrivaðar nógvar bøkur um teg. Dokumentarar og samrøður eru gjørdar, og tíni listaverk eru stórverk. Tú eigur eisini heiðurin at hava fingið Mentanarvirðisløn landsins. Hóast upp í leypar av heiðrum og rósum, so upplivi eg teg bæði jarðbundnan og lítillátnan. Tú gert ikki nógv hóvasták burtur úr tær sjálvum. Og tað nýtist heldur ikki. Listin talar fyri seg. Stórverkini eru varandi og bera boð um stórmenni.

Tú fylti 80 fyrr í ár. Hjartaliga tillukku við tí og øll góð ynski á lívs- og listaleiðini. Vit glaðast veruliga um teg og tað, tú hevur útint.

Tey flestu kenna teg best sum listamann. Tað er ein partur av tær, men tú ert eisini sjófarandi ævintýrari og rannsóknarfarari og hevur verið á mongum ferðum kring á jarðarknøttinum. Tú hevur greitt frá fleiri av ferðunum í kringvarpinum í samrøðum við Jógvani Arge. Tú hevur verið við í endurskapanini av fleiri ymiskum søguligum ferðum við bátum av øllum handa slagi. Ymisk lívsfør kanska eisini? Har hevur tú gjørt tær nógvar royndir. Tað er áhugavert, tá ið tú greiðir frá ferðunum, at hoyra hvussu væl tú kennir náttúruna og ymisk náttúrufyribrigdi og navigerar eftir tí. Sum sjófarari á mongum søguligum túrum við fáum ella ongum hentleikum veitst tú eisini, hvussu umskiftiligt og vandamikið havið eisini kann vera. Í ringum ódnarveðri, har bert fjølin ella leðrið skilir teg frá havdýpinum, hevur tú eisini sæð havdýpið við øðrum eygum enn tey flestu. Allarhelst eisini sálardýpið. Eg ímyndi mær, at tað er tað, sum vit síggja aftur í mongum av tínum listaverkum. Náttúra, ond og ævinleikin samanrunnin.

Eg fari eisini at loyva mær at bera eina tøkk til Símun Gullaksen fyri hansara áhaldandi arbeiði at skapa góðar framsýningarkarmar til okkara listafólk at sýna fram í. Tað hevur sera stóran týdning.

Tróndur, tú ert føddur og uppvaksin í søguríku Kirkjubø. Tað er ein gáva at vaksa upp í so søguríkari bygd. Søga og søguligt medvit eru við at mynda okkara persónmensku soleiðis, at vit onkursvegna hava undanfarin ættarlið við okkum á lívsleiðini. Tú hevur sjálvur greitt frá, hvussu tú sum smádrongur dámdi so væl at eygleiða brimið og teir frælsu fuglarnar, sum flugu um høv. Bæði havið og fuglarnir blivu tínir lívsfelagar listarliga sæð. Tað, smádrongurin upplivdi, rann úr hondunum sum list seinni.

Tú vaks eisini upp áðrenn elektrisitetið var komið til bygdina og luttók í øllum arbeiði, sum hoyrir til á einum bóndagarði.
Múrurin var ein fínur fótbóltsvøllur segði tú, tí har fór boyan, sum tit brúktu til bólt ikki útav vøllinum. Eg hugsi, at múrurin má vera ein av fáu føstu kørmunum tú hevur virkað innan, tí í listarliga úttrykkinum eru ongir karmar. Tað kosmiska og endaleyst æviga frælsa eru tíni eyðkenni.

Tróndur, tú ert av virknastu listafólkum, vit nakrantíð hava átt. Tíni verk eru í mongum av heimsins londum. Eitt serligt við tær er eisini, at tú hevur fingið listina út til fólkið. Øll kunnu njóta tína list. Ikki bert tey, sum eiga ein málning ella eitt listaverk heima, men almenningurin. Tú ert í kirkjum, í handilshúsum, parkeringshúsum, parkum, listasøvnum, undirsjóvartunlum, flogvøllum, sjúkrahúsum o.s.fr. Stóru vøkru verkini eru til okkum øll at njóta. Tað ger nakað gott við umhvørvið – og soleiðis eisini okkum menniskju.

Eitt tað nýggjasta stóra verkið er listprýðið í Eysturoyartunlinum – heimsins fyrsta rundkoyring undir sjónum við vakra dansiringinum og vøkru skiftandi litunum. Eg minnist, at vit vóru og hugdu nakrar dagar áðrenn tunnilin lat upp. Tá manglaði enn nokk so nógv, so tú hevði fingið tær ein vøruvogn, sum tú kundi sova í og vera har, tí ongin tíð var at spilla, skuldi arbeiðið vera liðugt til tunnilin lat upp. Og tað eydnaðist. Og hvør annar enn tú, Tróndur, eigur at skapa list á havsins botni. Ongin myndar havið sum tú.
Rundkoyringin stendur nú sum ein frælsissúla, og fólk úr øllum heiminum koma higar at uppliva hana, og vit gleðast sjálvsagt hvørja ferð vit koyra framvið. Tað hendir seg meira enn, so at eg taki ein eyka rundtúr fyri at uppliva tað einaferð afturat. So fantastiska flott.

Tann blái liturin er títt eyðkenni. Blátt sum havið. Ella blái himmalin. Ella í havsbrúnni har himmal og hav møtast, og vit ikki rættuliga síggja, hvar markið gongur, tí himmal og hav renna saman í eitt. Eg veit ikki hvar – í djúpdini, guddómligheitini og ævinleikanum?

Blái liturin hjá tær, ultramarinblátt, er heilt serligur. Eg minnist, man einaferð sá teg greiða frá, og hvussu tú tilevnaði litin úr gimsteinum, og egg varð blandað uppí. Tú skapar sjálvur sjálvt litirnar. Tú kemur ikki lætt til nakað. Onki er tilvildarligt. Alt er umhugsað og gjøgnumført. Tín listarliga útbúgving er heilt víst ein stórur førningur afturat arbeiðsseminum, talentinum og handverkaradygdunum.

Blátt hevur í ymiskum mentanum verið knýtt at tí andsborna, trúfesti, áliti, ró, verju og ikki minst útlongsli. Eisini at tí guddómliga og m.a. sæst Maria moy ofta í bláum og tað sama við Jesusi.

Bládýpi er eitt serligt listaverk. Nærum hvørt mansbarn í Føroyum hevur verið inni í glasbingjuni. Tað er ein stór uppliving. Man fær eina kenslu av sveimandi vektloysi, og at tað er óendaligt bæði niðureftir, uppeftir og til veggja. Fyrstu løtuna torir man nóg illa at stíga inn. Men so kemur vakra upplivingin, og man sær í tað óendaliga. Har himmal og hav møtast. Og hvar eru vit tá? Smá í tí stóra. Tora vit tá at hygga inneftir í sálardýpið eisini? Tí listin fær okkum ikki bara at njóta, men eisini at reflektera. Tí hevur hon so stóra ávirkan á menniskja.

Um man kann knýta tvey frumevni at einum persóni, so fært tú luft og vatn frá mær. Himmal og hav. Har er aftur tað bláa. Men har er eisini byrjanin til alt lív. Onki livir uttan ljósið í luftini, og onki livir uttan vatn. Úr tí rennur alt annað. Eg haldi, at listin hjá tær er dømi um tað. Alt livir og vellir fram. Sjónarringar broytast og vit flyta okkum.

Tróndur, tú ert tvíburi, og tú ert tann yngri av tykkum báðum. Tað er mær fortalt, at tú skalt hava sagt, at tað var gott, at so var, tí um ikki, so lá tað í kortunum, at tú skuldi taka garðin yvir og gerast bóndi. Um tað er so ella ikki, er fyri so vítt líka mikið. Tað, sum hevur týdning, er, at tú hevur gingið tínar leiðir og trátt tínar gøtur. Tað fær meg at hugsa um yrkingina hjá Robert Frost frá 1915 The Road Not taken, sum Jonhard Mikkelsen hevur týtt til føroyskt.

Tvær gøtur skiltust á gulnaðum skógi.
Tað harmar meg – at eg ikki fekk gingið báðar,
og sum einsamallur vallari stóð eg leingi
og hugdi oman eftir aðrari so langt eygað røkk.

Síðan gekk eg hina.
Tann morgunin lógu tær báðar eins
undir bløðum, sum eingin hevði kleyrað.
Eg goymi mær hesa til eina seinni ferð.

Men eg visti, hvussu ein gøta tekur aðra við sær
og ivaðist, um eg nakrantíð fór at koma aftur.
Einaferð fari eg at siga frá hesum
onkuntíð um langa langa tíð

Tá fari eg at suffa við og siga:
Tvær gøtur gingu sundur og eg –
eg fór eftir teirri, sum tey fæstu høvdu gingið.
Og tað hevur gjørt allan munin.

Vit eru mong sum eru tær so æviga takksom fyri ta gøtuna tú valdi. Tú hevur sett stór spor eftir teg bæði í Føroyum og ikki minst altjóða. At tú valdi ta gøtuna, hevur gjørt allan munin. Men tað er ikki bara gøtan í sær sjálvum, sum ger munin, men eisini hvør tað er, sum gongur hana. Og væl er gingið! Og tú ger allan munin!

Takk fyri orðið, góða eydnu við vøkru framsýningini og gleðilig jól øll somul!

Facebook viðmerkingar