Nú er greitt, hvar ymsu ítróttakappingarnar vera, tá ið Føroyar hýsa Betri Oyggjaleikum um hálvtriðja ár. Onkur ivamál eru, men yvirskipað eru ítróttakappingarnar endaliga staðsettar
Tá ið Betri Oyggjaleikir 2027 verða í Føroyum, verða kappingar um alt landið.
Kappast verður í badminton, borðtennis, frælsum ítrótti, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing og tennis í Havn og nær við Havnina. Kappast verður í bogaskjóting í Miðvági, í fimleiki í Runavík og í flogbólti og triatlon í Klaksvík.
Harafturat verður nógvur fótbóltur á leikunum, og avgjørt er, at fótbóltur verður í Suðuroy, Havn og í meginøkinum annars. Enn hevur FSF tó ikki endaliga gjørt av, hvørjir vøllir skulu brúkast. Oyggjaleikanevndin 27 fegnast um at vera komin á mál við hesi truplu uppgávu, eins og nevndin eisini fegnast um, at leikirnir eru staðsettir kring landið.
Samstundis ásannar nevndin og harmast um, at øll sersambondini ikki hava fingið júst tað, sum tey ynsktu sær.
– Hetta hevur verið drúgt, og tað bar tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Við hesi staðsetingini meta vit tó, at flestu ítróttagreinarnar hava fingið bestu møguleikar og hentleikar at avgreiða sínar kappingar á Betri Oyggjaleikum, sigur Oyggjaleikanevndin.
Betri Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum.
Facebook viðmerkingar