Sveinaroynd hjá húsasmiðjum

20. desembur var sveinaroynd hjá húsasmiðjum á Glasi, har fimm timburlærlingar stóðu royndina.

Skipað varð fyri hugnaløtu fyri meistarum, lærarum og avvarðandi. Kenneth Olsen, leiðandi lærari á timbur, handaði hesum fimm skúlaváttan fyri lokna sveinaroynd.

Fyrsti sveinurin henda dagin vant eisini Merkið á stong á Glasi, og tað var Flóvin Kruse í Kollsbyrgi.

Teir, sum hava staðið sveinaroynd, eru frá vinstru í myndini ovast: Heini Midjord Lisberg (MTV-Byggivirkið), Michael Jón Hammer (Bogi Hermansen), Marnar Wiberg Niclasen (MTV-Byggivirkið), Kristian Ragnarson Knudsen (Búsetur) og Flóvin Kruse í Kollsbyrgi (Búð sP/F).  

Hjartaliga til lukku allir samlir.

Facebook viðmerkingar