John Villi Vøldike, Salmundur Bech og Dánjal Godfred komu aftur til barndómsfelagið FC Suðuroy til kappingarárið 2024. Og nú er greitt, at teir tríggir allir verða við FC Suðuroy eisini í 2025.
Leysasøgur hava gingið um at John Villi var ávegis til annað felag, men FC Suðuroy boðar í dag frá, at John Villi eins og teir báðir Salmundur og Dánjal verða við í FC Suðuroy hópinum komandi kappingarár.
Facebook viðmerkingar