Royn okkurt nýtt, royn judo

So eru vit komin inní 2025

Hug at royna okkurt nýtt? Kom og royn judo.

Judo gevur góða kondi og styrki í kroppin, og so lærir man seg sjálvverju. Tað er ikki neyðugt at verða sterkur og/ella kringur fyri at trena judo. Tað kemur alt tá man venur.

Vit byrja aftir at venja judo 6/1-2025 í høllini í Vágs skúla. Børnini venja frá kl 18:00 til 19:00. Vaksin frá kl 19:00 til 20:30

Øll eru vælkomin, eisini tey sum ongantíð hava roynt.

Facebook viðmerkingar