Árliga fløskuinnsavningin hjá Susvim

Eins og undanfarin ár fara tey í Suðuroyar Svimjifelag at samla fløskur. Byrjað verður leygardagin 4. januar kl. 13.00.

Tey frá Susvim siga, at tey koyra runt oynna, so tað hevði lætt um, um fløskurnar vóru settar uttanfyri.

Susvim takkar hjartaliga fyri dyggan stuðul á hvørjum ári og ynskir øllum eitt gott nýggjár.

Facebook viðmerkingar