FC Suðuroy: Nýtt kapittul fyri ungdómsfótbóltin í FC Suðuroy – tveir venjarar settir!
Vit í FC Suðuroy eru fegin um at kunngera, at vit komandi árini seta eina týðandi verkætlan í gongd fyri at menna ungdómsfótbóltin í felagnum; bæði á dreingja- og gentusíðuni.
Tí hava vit valt at seta tveir høvuðsungdómsvenjarar, ið hvør sín veg skulu tryggja eitt sterkt grundarlag fyri ungdómsfótbóltin í FC Suðuroy: Finn Johannesen er settur sum høvuðsungdómsvenjari á dreingjasíðuni og Jakob Skaaning er settur sum høvuðsungdómsvenjari á gentusíðuni. Hetta skal eisini tryggja størri fokus á gentu- og kvinnufótbóltin í FC Suðuroy komandi árini!
Jakob Skaaning venjari hjá 1. deild kvinnum
Sum part av menningini av gentu- og kvinnufótbóltinum í FC Suðuroy, eru vit eisini fegin um at kunngera, at Jakob Skaaning eisini verður venjari hjá 1. deild kvinnum. Talan er um 2-ára sáttmála.
Málið er greitt: Vit vilja byggja eitt sterkt kvinnulið, sum kann tryggja okkum pláss í Betri deildini aftur – seinast í 2028.
Við sterkum ungdómsarbeiði eru vit sannførd um, at hetta verður ein nýggj byrjan fyri ungdómsfótbóltin og kvinnufótbóltin í FC Suðuroy.
Facebook viðmerkingar