Filmsstevnan í Gøteborg hevur í dag kunngjørt, at nýggi filmurin hjá Sakaris Stórá “Seinasta paradís á á jørð” er á Nordic Light skránni hjá teimum.
Filmstevnan í Gøteborg er størsta filmsstevna í Norðurlondum, og hevur yvir 270.000 vitjandi. Umframt at 2.200 filmsfólk frá yvir 50 londum vitja sølustevnuna Nordic Film Market, ið er knýtt at filmsstevnuni.
Filmurin, ið hevur fyrstu almennu sýningina í Føroyum í Havnar Bio 10. apríl, fær viðmæli í skránni, sum verandi hugtakandi og hjartanemandi.
Frumsýningin verður í Bio Roy í Gøteborg 29. januar, umframt at filmurin eisini verður sýndur á Nordic Film Market dagarnir eftir.
Almennu sýningarnar á filmsstevnuni í Gøteborg eru:
Mikudag 29. januar – 17:30 – Bio Roy (Q&A)
Hósdagin 30. januar – 13:30 – Bio Roy (Q&A)
Fríggjadagin 31. januar – 20:15
Biopalatset 1 Hósdagin 1. februar – 10:00 – Biopalatset 1
Atgongumerki til føroysku sýningarnar sum byrja í Havnar Bio 10. apríl, eru komin til sølu á bio.fo
Facebook viðmerkingar