Í Hvalba verður í mai mánað eitt nýtt tiltak á skrá, sum tey kalla Summartónar í Hvalba. Tiltakið, sum verður 31. Mai, fevnir um heimakonsertir og ábit í ymiskum húsum í Hvalba, har góðir tónleikur verður framførdur og borðreitt verður við góðum ábiti.
Fyrireikararnir siga, at meiri verður at frætta um tiltakið seinni, bæði um hvar heimakonsertirnar verða og hvørjir tónleikarar fara at framføra, umframt at kunnað verður um hvar atgongumerkir kunnu keypast til Summartónar í Hvalba.
Facebook viðmerkingar