Vágs kommuna: Vágs kommuna hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at gerast ein grønari kommuna, m.a. við at minkað um orkunýtsluna; og kann nú eisini staðfestast, at elnýtslan hjá Vágs kommunu í 2017 var góð 35% lægri enn elnýtslan hjá kommununi í 2012.
Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at Vágs kommuna skal verða ein grøn kommuna og taka ábyrgd, tá umræður at minka um orkunýtsluna og CO2 útlátið, sum stendst av orkunýtsluni í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm borgarstjóri.
Ein partur av hesum arbeiðið hevur fevnt um at gera umleggingar fyri at minka um elnýtsluna, serliga sæst hetta aftur í einari stórari minking í elnýtsluni á reinsi- og pumpuverkum hjá kommununi. Harumframt síggjast umleggingar til LED-ljós eisini aftur í KWT-nýtsluni til gøtuljós og á havnalagnum.
Vit staðfesta eisini sparingar í KWT-nýtsluni í húsum og ognum hjá kommununi. Ein partur av orsøkini er, at virksemi er broytt og virksemi, sum Vágs kommuna fyrr varaði av, er steðgað.
Umframt at talan er um eina sparing í KWT-nýtsluni og at CO2 útlátið hjá Vágs kommunu er minkað, so hevur minkandi elnýtslan sjálvsagt eisini við sær stóra fíggjarligar sparingar, sigur borgarstjórin. Vágs kommuna brúkti í 2017 góðar 800.000 kr. uppá el, meðan kommunan í 2014 brúktu góður 1.185.000 kr. uppá el-keyp – ein sparing á smáar 385.000 kr.
Ganga grønu leiðina
Vit hava gjørt eitt tilvitað val um at Vágs kommuna skal gerast ein grøn kommuna. Vit arbeiða miðvíst við verkætlanum á fleiri ymiskum økjum, sum skal gera Vágs kommunu til eina grøna kommunu og ein kommuna, sum hóast hon er lítil, tekur ábyrgd í mun til dálking, CO2 útlát og annað í Heiminum, sigur Dennis Holm borgarstjóri.
Facebook viðmerkingar