Tinnitus í Føroyum kannast

– Vit hava onga vitan ella hagtøl um tinnitus í Føroyum, ella um, hvussu tað ávirkar arbeiðslív og arbeiðsmøguleikar hjá fólki við tinnitus. Heldur ikki vita vit, um tað eru serligir yrkisbólkar, sum eru meiri útsettir enn aðrir fyri at fáa tinnitus. Her verður serliga hugsað um tey, sum arbeiða í nógvum gangi, t.d. maskinfólk á sjógvi og landi, tónleikarar, námsfrøðingar o.s.fr. Ongar kanningar av hesum slag eru gjørdar í Føroyum áður. Tí verður hendan tann fyrsta av sínum slag.

Fyri at kanningin skal geva eina rætta mynd av støðuni í Føroum, hevur tað týdning, at øll svara, eisini tey, ið ikki hava tinnitus.

Við at svara spurnarblaðnum ert tú við í kappingini har vit burturluta 4 gávukort á kr. 1.000, – frá FK.

Spurnarblaðið liggur á hoyr.fo og á Facebooksíðuni hjá Hoyr.

Umframt tey 4 gávukortini ið vera burturluta umvegis svar av spurnarblað, vilja vit eisini burturluta 1 gávukort á kr. 1.000, – frá FK, millum tey ið viðmerkja “Fyrsta tinnitus kanning í Føroyum” í viðmerkingarteigin undir Hoyr á Facebook

Vinnarnir vera funnir sunnudagin 26. januar.

Leinkja til spurnablað

Facebook viðmerkingar