BRIS á Dansibandsfestivalin 2025

Forsølan til Dansibandsfestivalin 2025 gongur væl og kampingplássini eru útseld fyri tíð síðani.

Komandi tíðina fara okur at fortelja meiri um Dansibandsfestivalin 2025 – og gleðast okur um at norsku BRIS koma at spæla á Dansibandsfestivalinum í ár.

BRIS er eitt dansibands orkestur úr Bergen, sum umframt at spæla egnan tónleik eisini spælir tónleik hjá øðrum.

BRIS eru kend fyri at spæla sera góðan dansibands-tónleik og leggja lunnar undir einum framúr góðum dansikvøld har humørið er í topp.

BRIS er saman sett av fimm royndum tónleikarum og eru teir:

Kjell Kallestad – Vokal

Arthur Lien – Trummer/vokal

Thor H. Hermansen – Gittar/vocal

Geir Skjeldnes – Bassgittar/vocal

Bård Hansen – Keyboard

Dansibandsfestivalur er í Vági í døgunum 2. og 3. mai 2025 og vikuskiftispass fáast í forsølu her: https://billett.fo/

Facebook viðmerkingar