Fyrstu venjingardystirnar í Suðuroynni

Sunnudagin eru fyrstu venjingardystirnar hjá monnunum í Betrideildini í fótbólti.

Í farnu viku vóru fyrstu venjingardystirnar spældir, sum fyrireiking til fótbóltskappingina, og í vikuskiftinum eru eisini fleiri venjingardystir á skrá.

Sunnudagin tekur FC Suðuroy ímóti B68 á Eiðinum í Vági og TB tekur ímóti EB/Streymi við Stórá.

Dysturin á Eiðinum millum FC Suðuroy og B68 byrjar kl. 14.15

Dysturin við Stórá millum TB og EB/Streym byrjar kl. 14.45.

Facebook viðmerkingar