Nóa og Tummas við U17 til menningarkapping á Malta

Christian Høgni Jacobsen hevur úttikið hópin, sum seinni í mánaðinum skal taka lut í UEFA menningarkapping á Malta

Tríggir dystir eru á skránni, tá U17-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum leggur leiðina til Malta, har liðið skal taka lut í UEFA menningarkapping.

Umframt Malta og Føroyar, vera Gibraltar og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 24. februar til 1. mars.

Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U17 dreingjunum, og hann hevur nú kunngjørt teir 18 spælararnar, ið eru úttiknir til kappingina á Malta.

Hópurin
Dennis Anghel, B36
Samuel Ierulli, B36
Jákup Kristiansson Poulsen, B68
Tobias Bergkvist, B68
Magnus Pauli Thomsen, EB/Streymur
Mathias Eikhólm Andersen, EB/Streymur
Nóa Kristin Mortensen, FC Suðuroy
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Hákun Rask Olsen, HB
William Hansen, Hvidovre IF
Dánjal Muller, KÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Markus Danielsen, NSÍ
Dávid Jørginsson, Víkingur
Djóni Øre, Víkingur
Markus Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Nóa Klein Joensen, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur

Dystarskráin
24. feb. Gibraltar – Føroyar
26. feb. Føroyar – Armenia
1. mars Malta – Føroyar

Facebook viðmerkingar