Tað er gleðiligt at síggja lógaruppskotið fyri løn undir útbúgving, loksins gjørdist veruleiki.
Heilsuhjálparafelag Føroya reisti spurningin fyri fyrstu ferð, um løn undir útbúgving til heilsuhjálparanæmingar, fyri 6 árum síðani, á fundi við Anniku Olsen og Jógvan Skorheim táverandi borgarstjórar í Tórshavnar Kommunu og Klaksvík, umframt táverandi landsstýrismann, Jenis av Rana.
Síðani hevur Heilsuhjálparafelagið arbeitt miðvíst við málinum og verið á nógvum fundum við politiska myndugleikan hesum viðvíkjandi. Gleðin var stór, tá tað loksins kom í samgonguskjalið, løn undir útbúgving og nakrar milliónir vórðu játtaðar á fíggjarlógini.
Heilsuhjálparafelagið spurdi á fundi við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, tá vit frættu at ein arbeiðsbólkur skuldi setast, til at gera eitt álit, um vit kundu verða partur av arbeiðsbólkinum. Tað vísti seg, at tú sluppu vit ikki, men fingu vit at vita, vit vóru hoyringspartar. Vit vildu tryggja okkum, at vit ikki vórðu við skerdan lut!
Nú lógin er send okkum til hoyringar, verður víst til eitt álit. Eg sum eri limur í útbúgvingarráðnum fyri heilsuútbúgvingarnar, kendi onki til álitið. Tó skal sigast, at útbúgvingarráðið varð innkallað av BUMR 24. Januar, har aðalstjórin Poul Geert vísti okkum framløguna “Løn undir útbúgving”
Tað løgna var, at vit ikki vórðu kunnaði um, hvørki álitið ella hvør hevði sitið í arbeiðsbólkinum.
Felagið vendi sær til BUMR, fyri at fáa tey at senda okkum álitið og har fingu vit ein ordans skelk.
Har stendur millum annað: “Kommunurnar vísa í hesum sambandi eisini á, at tørvurin kanska er størstur á fleiri útbúnum heilsurøktarum, orsakað av, at kompleksiteturin í heilsurøktini er øktur sera nógv seinnu árini – heldur enn fleiri heilsuhjálparum”.
Tað skínur ígjøgnum, tá vit lesa álitið, at heilsurøktaraútbúgvingin verður positivt orðað fleiri ferðir og ikki heilsuhjálparaútbúgvingin.
Tað heilt løgna er, at tað hevur verið eitt øgiligt trýst á staðsetingina av Heilsuskúlanum øll árini og ført hevur verið fram, av politikarum í Tórshavnar Kommunu, at skúlin átti at ligið í miðstaðarøkinum, tí TK hevur flest starvsfólk uttan heilsufakliga útbúgving og at hesi skulu hava møguleika at útbúgva seg til heilsuhjálparar. Men nú er kompleksiteturin í heilsurøktini knappliga øktur munandi og eingin nevnir tey ófaklærdu við einum orði, at hesi skulu hava møguleika at fáa útbúgving við løn.
Ein fær næstan ta fatan, at heilsuhjálparar ikki eru kvalifiseraðir longur at arbeiða á eldraøkinum, hóast útbúgvingin er málrættað til eldraøkið!
Sambært okkara skipan, so eru tað 45% heilsuhjálparar og 55% hjálparfólk í Tórshavnar Kommunu. Fyri alt landið, íroknað Tórshavnar Kommunu, hava vit umleið 400 limir sum eru hjálparfólk og sjálvandi skulu hesi hava møguleika at útbúgva seg til heilsuhjálparar og tað var eisini tað sum eggjaði okkum á Heilsuhjálparafelagnum, at fara at arbeiða fyri, at fáa løn undir útbúgving til hendan bólkin.
Heilsuhjálparafelagið fer ikki at sita hendur í favn, meðan aðrir fakbólkar fara strúkandi avstað við ágóðanum av okkara stríði. Men vit vilja til eina og hvørja tíð, arbeiða fyri at aðrir fakbólkar eisini verða raðfestir og fáa løn undir útbúgving. Vit skulu bara ikki setast til síðis.
Her til seinast vilja vit heita á politiska myndugleikan, at syrgja fyri, at heilsuhjálparanæmingar verða positivt orðaðir í lógaruppskotinum, fyri løn undir útbúgving til heilsuútbúgvingar. Alt annað koma vit ikki at góðtaka!
Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya
Facebook viðmerkingar