Um Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum fer at atkvøða ímóti síni egnu samgongu í málinum um at broyta sjófeingislógina, so er tað hansara søk, og tað nervar ikki meg. Men argumentini fyri at fara so ógvusliga til verka, at atkvøða ímóti uppskotinum hjá fiskimálaráðharranum og harvið kanska seta sína egnu samgongu í vanda, vóru sanniliga grunn í samrøðuni, sum Útvarpið hevði við hann í gjár.
Høvuðsgrundgevingin hjá Bjarna Hammer fyri at verða ímóti landingum uttanlands var, at føroyskar hendur í Føroyum skuldu sleppa at arbeiða fiskin. Verður loyvt at landa meira uttanlands, verða tað í staðin útlendskar hendur, ið sleppa at arbeiða fiskin, helt hann. Men keri Bjarni, útlendingar gera frammanundan ein stóran part av øllum handligum arbeiði í hesum landinum, fiskaarbeiði íroknað. Setir tú fótin inn á eitt føroyskt fiskavirki í dag, skalt tú verða heppin, um tú hoyrir nakran tosa føroyskt. So onki trúgvi eg, at tað er føroyska arbeiðarafjøldin, sum er fremst í tínum huga í hesum málinum.
Og hví ræðist tú kapping Bjarni?
Er okkara fiskivinna knappliga so lítið kappingarfør, at hon ikki klárar seg, uttan at vit seta hegn og píkatráð rundan um hana, so verður henni ikki langt lív lagað kortini.
Føroyska fiskivinnan á landi hevur longu ein stóran kappingarfyrimun samanborið við londini, sum vit kappast við, tí vit hava eina almenna fiskavirkisskipan í ALS, sum hjálpir virkjunum at halda uppá síni fólk uttan at rinda fyri tað. Harafturat hava vit fast track-skipan, sum ger, at virkini altíð kunnu útvega sær meira útlendska arbeiðsmegi, tá tað manglar í, og lønarlagið í Føroyum er bestemt heldur ikki hægri enn í grannalondunum. So klára vit kortini ikki at kappast, so er tað okkurt heilt annað, sum er rívandi galið.
So Bjarni, vilt tú føroyska sjófólkinum, føroyska verkafólkinum og føroyska samfelagnum væl, so eigur tú at fegnast um, at kappingin um veidda fiskin verður bara eitt vet fríari, enn hon er í dag. Tí tað er bara við eisini at sleppa á aðrar marknaðir, at vit kunnu fáa eina ábending um, hvat fiskiríkidømið hjá okkum er vert, og vit kunnu halda eyga við, um býtið av virðinum er rættvíst.
Arnfinn Bech
býráðslimur á Tvøroyri
Facebook viðmerkingar