
In.fo: Um eina viku, á sjálvum Valentines degi, verður nýtt whisky at fáa til keyps í Rúsuni og FAE Duty Free. Talan er um Magnus Heinason Whisky, sum er vistfrøðiligt .
Drúgv tilgongd
Í fleiri ár hevur verið arbeitt við einari whiskyætlan í Lopra, og nú er endiliga komið hartil, at tær fyrstu fløskurnar eru klárar at selja. Í Lopra hevur verið rokast seinastu dagarnar við at gera tær fyrstu Magnus Heinason whisky fløskurnar klárar, og longu áðrenn fløskurnar eru lagdar út á søluhillurnar, er ein góð bílegging komin úr Japan uppá part av fyrstu útgávuni
Fyrsta Magnus Heinason Whisky fløskan
Tað er ein Økologisk Single Malt Bourbon, sum hevur ligið og lagrað fyrst í bourbon føtum og síðani í nýggjum eikiføtum (danskt vistfrøðiligt eik). Magnus Heinason Whisky er vatnað við Kirvi vatni, sum hevur víst seg vera framúr gott fyri tað endaliga produktið. Kirvi vatnið hevur av sommelierum verið skýrt til at verða besta vatn at blanda/vatna við, og er hetta ein avgerandi partur fyri góða smakkin. Tað eru tilsamans 720 fløskur framleiddar av fyrstu útgávuni
Facebook viðmerkingar