
Norsk kulturforum leitar eftir føroyskum ungdómi at luttaka á UNG Kulturytring 2025, sum verður 23.-25. juni í Drammen.
Á UNG Kulturytring fáa tey ungu m.a. høvi at venja at kjakast, at arbeiða við spurningum um fólkaræði og fáa eina rúgvu av lista- og mentanarupplivingum.
Norsk kulturforum bjóðar trý ókeypis pláss til føroyskan ungdóm millum 18-30 ár.
Freistin at melda til er 21. februar.
Meira kunning í viðfesta skjalið.
Facebook viðmerkingar