Dennis Holm: Góð vitjan í Dalstunlinum

Í vikuni varð vitjað í Dalstunlinum har Mortan Gásadal leiðari vísti okkum gjøgnum tunnilin og greiddi frá hvørji arbeiðir vóru ígongd og hvørji arbeiði lógu fyri framman.

Sólvit Emilsson Nolsø hevur eisini í §52 spurningi í Løgtinginum spurt um Dalstunnlin – tað svarið er her niðanfyri:

Dalstunnilin er 2,2 kilometrar langur, og tilhoyrandi vegagerð er 300 metrar.

Harumframt er ein stórur partur av verandi vegum í Húsavík og í Dali breiðkaðir. Grót frá tunlinum er eisini brúkt til at umleggja eitt stórt sving á Skálavíkarvegnum.

Í 2024 var arbeitt við vegagerð í tunlinum, portalum, liðugt tryggjan og vatntryggjan av tunlinum og annað.

Í 2025 er ætlanin,at arbeiðini verða gjørd liðug, umframt at arbeitt verður við at leggja inn tekniskar installatiónir, trygdarútgerð og ljós, at asfaltera vegin í tunlinum og annað.

Í løtuni verður arbeitt við at gera eina vegagrøv til dren og til kaðalar. Talan er um kaðalar til samskifti, ravmagn (Sev) og til rakstur av tunlinum. Arbeitt verður eisini við at tryggja tunnilin lidnan, harímillumvatntryggja, og verða 700 metrar av betongi sproytað í tunnilsloftið. Hetta verður ætlandi gjørt í apríl-mai í ár.

Farið er undir at gera portalin Dalsmegin, og síðan verður portalurin gjørdur Húsavíkarmegin. Væntandi verður arbeiðið liðugt í summar.

Viðvíkjandi vegagerðini í tunlinum, verður styrkilag lagt á vegbreytina, og síðan verður vegbreytin asfalterað. Í mars verður el-og trygdarútgerðarverkætlanin boðin út, og eftir ætlan kann tað arbeiðið byrja í mai 2025. Arbeiðið tekur væntandi 4-5 mánaðir.

Eftir eini dagførdari kostnaðarmeting fer verkætlanin samanlagt at kosta eini 168 mió. kr. Øll verkætlanin kann gerast liðug á heysti 2025, men tað er treytað av, at írestandi játtanin fæst til vega við eykajáttan, nóg tíðliga í ár.

Tað eru brúktar 110 mió. kr. til farleiðina til Dals fram til ársskiftið 2024. Tøka játtanin til verkætlanina er 35 mió. kr. í 2025, og sostatt er tørvur á eini játtan uppá 23 mió. kr. til at gera verkætlanina lidna. Vónandi verður øll verkætlanin liðug í ár.

Tunnilsmunnarnir Húsavíkarmegin (omanfyri) og Dalsmegin (niðanfyri)

Facebook viðmerkingar