
Fótbóltssamband Føroya hevur sett Eyðun Klakstein at standa á odda fyri manslandsliðnum næstu tvey árini
Eyðun Klakstein er nýggjur venjari hjá A-landsliðnum við monnum. Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í FSF húsinum á Tórsvølli fyrrapartin fríggjadagin.
Seinastu tvær undankappingarnar hevur 52 ára gamli klaksvíkingurin havt evstu ábyrgd av U21 landsliðnum, men nú verður tað sum ovasti á brúnni fyri manslandsliðið, at Eyðun verður at síggja.
Avtalan millum Eyðun Klakstein og Fótbóltssamband Føroya er galdandi í tvey ár.
Eyðun hevur útbúgving sum fótbóltsvenjari og journalistur. Hann spældi við besta liðnum hjá KÍ í árunum millum 1991 og 2005. Síðani aldarskiftið hevur hann verið venjari á ymiskum stigum. Hann hevur vant bestu liðini hjá KÍ, B36, Skála og Víkingi, og hann hevur vant U17 og U19 landsliðini hjá Føroyum.
Á tíðindafundinum fríggjadagin bleiv eisini boðað frá, at nýggjur hjálparvenjari verður Atli Gregersen.
Fyrstu uppgávurnar hjá nýggja landsliðsvenjaratoyminum verður um ein góðan mánað, leygardagin 22. mars og týsdagin 25. mars, tá undankappingardystirnir til HM 2026 ímóti ávikavist Kekkia og Montenegro eru á skránni.
Facebook viðmerkingar