At vera Vera

Mánamorgunin eftir vetrarfrítíðina verður nýggjur útvarpsleikur at hoyra í barnaútvarpinum. At vera Vera er nýskrivaður samtíðar útvarpsleikur, sum fer fram á føstulávint í 2025. Leikurin snýr seg um Veru, sum gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri. Vit hitta Veru á fyrsta sinni, tá ið hon er til judo í gomlu filmleikarhøllini í Argja skúla. Tey vaksnu hava tikið eina býtta avgerð viðvíkjandi føstulávintsmánadegi. Hetta vil Vera ikki finna seg í, og fer í hernað ímóti teimum vaksnu – Vera kann ikki lata vera við at vera Vera. At vera Vera er ikki bara bara.

Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina. Útvarpsleikurin er í fjúrtan pørtum og verður at hoyra í barnaútvarpinum hvønn gerandismorgun. Tað ber eisini til at lurta á KVF/VIT/ljóð – og ein nýggjur partur verður lagdur út hvønn gerandismorgun.

“Vera er mega rokalig, hon elskar at bestemma”, soleiðis sigur høvuðsleikarin, Óluva Lín Ragnarsdóttir við Streym, í barnaútvarpinum um Veru. “Eg haldi, at tað er mega kul at lesa inn – eg trenaði replikkirnar hjá Veru á jólum, og eg haldi, at søgan er mega góð”, sigur Óluva Lín. Íalt eru fleiri enn 50 leikarar við. 

Søgan er ætlað teimum, sum ganga í miðdeild. Søgan snýr seg um teirra veruleika. Tey eru saman á telefonum og teirra samskifti er talgilt. Tey vaksnu taka avgerðir, men børnini vilja sanniliga hava ávirkan á egnan gerandisdag. 

Tað er sera týdningarmikið, at hesin aldursbólkurin fær føroyskt dygdargott tilfar. Ein útvarpsleik, har tey kenna seg aftur og hoyra, hvussu onnur loysa trupulleikar og spegla sær í føroyskari fiktión í útvarpsleikinum – At vera Vera. 

Nógv er gjørt burturúr ljóðmyndini og ein nýggjur sangur er gjørdur. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin til sangin – At vera Vera. Høgni Fagraberg hevur gjørt lagið, spælt tónleikin inn og framleitt. Ein TikTok dansur til lagið verður tøkur mánadagin, so tit kunnu gleða tykkum. Kom og lurta – kom og dansa – #atveravera.

Facebook viðmerkingar