
Konsert við Rótfesti í Sumbiar Kirkju 16. februar kl 15.
Sunnudagin 16. februar ber til at hoyra nýggja bólkin Rótfesti í Sumbiar Kirkju. Hetta er ein tónleikabólkur, ið tekur støði í føroyskum siðvenjum. Bólkurin er mannaður av dugnaligum musikkskúlanæmingum undir leiðslu av Agnari Lamhauge, í samstarvi við unga kvøðaran Kristian Jacobsen. Umframt Kristian Jacobsen, so er bólkurin “Rótfesti” mannaður av Ecaterinu Midru sum syngur, Ásgerð Stenberg á floytu, Heiðrun D. Hammer, Katrain Lamain og Lín Róin á klarinett, Báraldi N. Martinson á cello, Hans Andriasi Reinert á kontrabass og Andriasi A. Nolsø á klaverinum.
Bólkurin luttók í oktober í eini verkætlan um siðvenjur. Tá var bólkurin í Bodø í Noregi. Her framførdu tey tónleik, ið tók støði í føroyskum sangarvi. Hetta bleiv sera væl móttikið.
Okkara føroysku siðvenjur, serliga kvæðini, standa sera sterkar í Sumba. Tí hava upptøkur og annað úr Sumba verið við til fyrireikingarnar til hesa verkætlan.
Tónleikurin, tey framføra, tekur støði í siðbundnum tilfari; kvæðum, vísum, skjaldrum og kingosangi. Agnar Lamhauge hevur lagt tónleikin til rættis fyri júst hendan hópin. Tey spæla eisini okkurt tilfar, sum tey sjálvi hava gjørt. Næmingarnir takast vanliga við ymiskar tónleikagreinir. Summi spæla klassiskan tónleik, meðan onnur spælir jazztónleik. Her eru tey tó komin saman um føroyskar siðvenjur og eru klár at ganga nýggjar tónlistarligar leiðir í felag.
Konsertin er ókeypis
Facebook viðmerkingar