
Vælumtóku kvinnu- og harraborðhaldini, sum hava eina áratíggju langa søgu í Vági verða aftur í ár, og í ár eru tey leygarkvøldið 8. mars.
Kvinnuborðhald í VB-húsinum
Kvinnuborðhaldið er sum vant í VB-húsinum, har borðreitt verður við tí stóra kalda borðinum, og sjálvandi er eisini skemt og felagssangur á skránni.
Harraborðhald í Stóra Pakkhúsi
Harraborðhaldið er í Stóra Pakkhúsi, har borðreitt verður við framúr góðum mati og ymiskt undirhald er sum vant á skránni.
Dansur í VB-húsinum
Sum vant verður eisini góður almennur dansur í VB-húsinum eftir borðhaldini hjá kvinnum og monnum. Í ár fara Hans Jacob og vinmenn at spæla.
Atgongumerkini til Kvinnuborðhaldið og til Harraborðhaldið verða seld í næstum og verður meiri at frætta um hetta fyrsta dagin.
Facebook viðmerkingar