
Fyrsta mars byrjar Sunrid Hansyardóttir Olsen sum netsamskipari í barnaverkætlanini hjá Vágs Kommunu.
Vágs Kommuna søkti herfyri eftir einum netsamskipara til barnaverkætlanina hjá Vágs Kommunu. Tá freistin at søkja var farin, høvdu fimm fólk søkt starvið. Setanarbólkurin var samdur um at seta Sunrid Hansyardóttir Olsen sum netsamskipara. Talan er um eitt verkætlanarstarv í trý ár.
Sunrid er útbúgvin sosialráðgevi og hevur drúgvar starvsroyndir úr Danmark og Føroyum innan børn, ung og familjuøki. Á síni starvsleið hevur Sunrid m.a. arbeitt við fyribyrging, tvørfakligum samstarvi, ráðgeving, netverksfundum og at byggja brýr millum skúlar, heim og myndugleikar.
Facebook viðmerkingar