Vágsverkið lagt um til gassolju

Elskipanin í Suðuroy er nú vorðin enn grønari enn hon var frammanundan. Ein royndarskipan er í gongd, sum hevur við sær, at síðan 29. januar 2025 hava motorarnir á Vágsverkinum koyrt við gassolju. 

Fyrimunirnir eru nógvir, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. 

M.a. tí at gassoljan:

  • er reinari og lættari at fáast við
  • dálkar ikki umhvørvið á sama hátt sum tungolja
  • skal ikki haldast heit fyri at kunna brúkast
  • viðførir ikki somu mongd av slam ella evju, sum skal handfarast og burturbeinast á forsvarligan hátt 

Tað hevur kravt eina umlegging og umfatandi reinsing av motorum og tangum, sum enn ikki er heilt liðug.

Umleggingin í Vági er ein roynd, sum skal vara í eitt ella tvey ár. Hareftir kann staðfestast, um tað er fíggjarliga forsvarligt ella ei, og tá kann avgerð takast um hvørt hetta er endaligt. 

Facebook viðmerkingar