
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fáa útlendskan styrk á álopsplássunum – og nú er leikarin komin uppá pláss, skrivar FC Suðuroy á facebook-vanganum.
Nýggi maðurin er komin til FC Suðuroy ígjøgnum eitt samstarv, ið byrjaði fyri trimum árum síðan, og sum eisini hevur ført Emmanuel og Jimmy til okkum – nakað, sum vit hava verið sera fegin um í FC Suðuroy.
Eliasu Adimu Champang er 22-ára gamal og kemur úr Real Tamale United í Ghana.
Eliasu hevur vant við í eina viku og er tískil klárur til kappingarbyrjan komandi vikuskiftið.
Facebook viðmerkingar