
Eftir tunnuslátturin í Jómsborg gjár, fingu Paula og Dánjal Johannus Bech og Bjørg Absalonsen heiðursbræv, og gjørdist heiðurslimir í Dansifelagnum Jómsvíkingum.
“Altíð hava tey sýnt felagnum mikið hjálpsemi og alstórt trúfesti, síðani tað varð endurstovnað í 1976.
Heiðursbræviđ skal eisini vera ein tøkk fyri, at tey hava verið við til at varðveita og stimbra dýrabaru kvæðamentan okkara, føroyska dansinum at frama”
Uttan trúfastir limir høvdu okur onki felag!
Annars takka okur í nevndini fyri eitt avbera gott kvøld í gjár, og fyri ein góðan dansivetur, skriva tey frá Dansifelagnum Jómsvíkingar.
Facebook viðmerkingar