
Sunnudagin byrjar Betrideildin hjá monnum í fótbólti og verður hetta eisini fyrsti heimadystur hjá FC Suðuroy í Betrideildini síðani 2015. FC Suðuroy vann sum kunnugt í fjør uppflyting til Betrideildina og nú er so fyrsta umfar í Betrideildini á skránni.
Í samband við at FC Suðuroy aftur er í Betrideildini, verður nýggj FC Suðuroy leikskrá partur av fótbóltinum á Eiðinum í Vági.
Seinastu árini hava vit varpað ljós á fótbóltin á Eiðinum í Vági við stroyming av fótbólti á Eiðinum á Youtube rásini FC Suðuroy TV, men nú Televarpið tekur yvir stroymingina, so hava vit tikið stig til FC Suðuroy leikskránna, sigur Dennis Holm, sum hevur ábyrgd av leikskránni.
FC Suðuroy leikskráin verður útgivin talgilt og verður ókeypis, og leikskráin verður løgd út á facebook vangan hjá FC Suðuroy í døgunum áðrenn heimadystin, og fyrsta útgávan er nú tøk her.
Facebook viðmerkingar