IRF fundarvirksemi á Tvøroyri

Í gjár vitjaði ferðalag norðanfjørðs á Tvøroyri. Ferðalagið taldi 7 fólk, og vóru tað 4 umboð fyri nevndina og 3 fyri umsitingina í Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum, IRF.

Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna, umboðandi Noroyggjar, sigur, at í inniverandi setu hevur nevndin lagt seg eftir at spjaða nevndarfundirnir kring alt landið. Við hesum fær nevndin betri samband við starvsfólk kring oyggjarnar og fær betri sett seg inn í mannagongdirnar á teimum ymsu støðunum.

Fundurin í gjár er ein tann seinasti undan sjálvum aðalfundinum í apríl og varð hann hildin í býráðssalinum hjá Tvøroyrar kommunu.

Ytst á sunnara armi á Trongisvágsfirði, á øki hoyrandi til Hovs kommunu, liggur móttøkuplássið hjá IRF í Trøllavík. IRF hevur stórar ætlanir fyri Trøllavík og var m.a. hetta eisini á skrá í gjár.

Gunvá sigur, at tað er eingin loyna, at Trøllavík trongir til ábøtur. Framtíðarætlanirnar eru mangar, har m.a. starvsfólkabygningur, móttøkuhøll og skiljihøll eru ”á tekniborðinum”.

«Í gjár varð tosað um raðfestingina av hesum og gjørt er av bjóða 1. byggistig út í apríl», sigur Gunvá. 1. byggistig snýr seg um ein starvsfólkabygning, so starvsfólkini har fáa góðar umstøður at virka í. Nevndarforkvinnan sigur, at gongst sum ætlað, so verður 1. byggistig liðugt næsta ár.

Á komandi aðalfundi skal nýggj nevnd veljast og hóast onkur nýggj fólk ivaleyst koma til, so væntar Gunvá ikki at tað fær nakra ávirkan á endaligu ætlanirnar í Trøllavík – møguliga kunnu raðfestingarnar broytast, annars ikki.

Nýggja burturkastkunngerðin hevur munandi størri avbjóðingar og krøv við sær og tað noyðist felagsskapurin at fyrihalda sær til. Endurnýtsla fyllir alsamt meir og tað er nakað, ið IRF raðfestir frammalaga, sigur nevndarforkvinnan.

Gunvá sigur, at tað var ein sera góður og konstruktivur fundur í gjár, ið býráðssalinum hjá Tvøroyrar kommunu.

Á myndini síggja vit, frá vinstru: Alvi Mortensen, nevndarlimur umboðandi Suðuroynna, Hans Anders Jacobsen, nevndarlimur umboðandi Eysturoynna, Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna umboðandi Norðoyggjar og Jóanis Albert Nielsen, nevndarlimur umboðandi Vágar. Við á fundinum vóru eisini Sigurd Leifsson Lamhauge, stjóri í IRF, Jóhannus Danielsen, fíggjarleiðari og Andrias Joensen, tekniskur leiðari. Oluf Müller, næstformaður umboðandi Norðurstreym og Bjarki Hendriksen, nevndarlimur umboðandi Sandoynna, høvdu forfall

Facebook viðmerkingar