
Tórsmorgunin varð Merkið vundið á hálva stong niðri á Trýkantinum á Sandinum – og okur drýpa høvur, nú ein av okkara kæru, Jógvan Faradal, er farin.
Tey flestu í Vági kendust við Jógvan Faradal – ella Jógvan hjá Juliu, sum tey í eldra ættarliðnum vanliga siga.
Eg lærdi Jógvan at kenna í barnaárunum, tá eg og vinmaðurin Per javnan vóru á gátt hjá ommuni og abbanum, har Jógvan eisini búði. Blíðskapurin var altíð stórur – og Jógvan tók sær altíð tíð til okkum børn og altíð við smíli og látri, tá onkur stuttlig søga varð søgd.
Og hetta at fortelja um hendingar av ymiskum slagi á lívsins leið og frá teimum nógvu upplivingunum, lá altíð Jógvani nær – eisini tá okur gjørdist vaksnir og í veitslulag høvdu góðar og stuttligar løtur saman við Jógvani.
Fyri 25 árum síðani fluttu okur her í grannalagið hjá Jógvani – og at kalla hvønn dag, ofta fleiri ferðir um dagin, gingu okur framvið hjá Jógvani. Og saknur er og verður í brosandi andlitinum í vindeyganum og veitrandi hondini, tá man fór framvið húsunum. Ofta skundaði hann sær út á trappusteinin á ovaru síðu til eitt stutt prát – og altíð var onkur góð stuttliga søga partur av prátinum.
Tá okur fingu børn – og børnini eisini løgdu leiðina framvið húsunum hjá Jógvani, so var eisini sami blíðskapur vístur teimum – og tey gjørdist, sum so nógv onnur, góð við Jógvan.
Jógvan var saman við okkum øllum – og teimum, sum undan fóru – fastur hjálparmaður tá gerast skuldi klárt til nýggjárshaldið í Vági, og eisini tá ruddað varð dagarnir eftir nýggár. Tær óteljandi stuttligu løturnar um ársskiftið fara at fylgja okkum fyri lívið.
Ferðirnar við grindabátunum í Vági av Eiðinum til Fámjins og Sumbiar, ella út av fjørðinum til grannabygdir her í oynni – ella tá leiðin gekk til Klaksvíkar, og ikki minst tá okur fóru til Havnar umvegis Skálavík. Góðar løtur og rík eru minnini – og eru okur mong sum eru takksom fyri allar góður løturnar saman við tær góði Jógvan.
Jú, ein býarmynd er farin og nógv hava mist ein góðan vin. Okkara tankar eru hjá tykkum nærmastu, ikki minst hjá tær góða Betty, má Harrin styrkja tykkum í sorgini.
Hvíl í friði góði Jógvan.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar