Katla Heðindóttir nýggjur skrivari í Etiska ráðnum

Etiska ráðið hevur sett Katlu Heðinsdóttir sum sín fakliga skrivara. Hon kemur fyri Regin Berg, sum fór frá sum skrivari í oktober í fjør.

Katla er 35 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er útbúgving cand.mag. í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti, og so hevur hon eina PhD frá sama lærda skúla. Í útbúgving og gransking síni hevur hon lagt dent á etikk, serliga heilsu- og granskingaretikk.

Katla hevur í nøkur ár starvast innan vísindi og etikk á National Center for Etik í Keypmannhavn, har hon m.a. hevur greinað etiskar trupulleikar í kliniskari gransking.

Afturat hesum hevur hon drúgvar royndir innan miðling av etiskum evnum bæði frá undirvísing á universitetinum og frá greinum, hon hevur skrivað, og framløgum, hon hevur havt.

Katla er von at lýsa faklig evni fyri almenninginum, og liggur tað henni á sinni at vísa virðing og rættvísi mótvegis ymsum hugsjónum og grundgevingum. Eisini hevur hon royndir við fyrisiting og málsviðgerð.

Í 15 ár hevur Katla búð í Danmark, og gleðir hon seg nú koma aftur til Føroya. Nú, hon hevur fingið hálvtíðar starv hjá Etiska ráðnum í Føroyum, hevur hon fingið lovað hálvtíðar starv, har hon er í løtuni, og við bústaði í Føroyum.

Katla byrjar sum fakligur skrivari 1. mai 2025.

Etiska ráðið takkar Regini Berg hjartaliga fyri íblástur og arbeiðið sítt fyri Etiska ráðið og bjóðar samstundis Katlu Heðinsdóttir blíðan byr og alt gott í starvinum sum fakligur skrivari í Etiska ráðnum.

Etiska ráðið

Facebook viðmerkingar