
Leygardagin 22. mars skipa umboð fyri FSA Suðuroy (føroyskt sum annaðmál)
og Miðnámsskúlan fyri evnisdegi um integratión og arbeiðsmarknaðarinklusjón í Suðuroy. Evnisdagurin fer í stóran mun at snúgva seg um visjónir og ætlanir hjá
myndugleikum og øðrum viðkomandi áhugapørtum í Suðuroy fyri hesum øki. Vit seta sjóneykuna á, hvussu samstarv kann fást í lag millum tilflytarar,
myndugleikar, arbeiðsgevarar, og málskúla (FSA Suðuroy).
Endamál
Endamálið við evnisdegnum er at savna myndugleikar, arbeiðsgevarar, tilflytarar,
og onnur áhugaði til en dialogfund, har vit skifta orð um, hvussu vit í Suðuroy
kunnu skapa væleydnaða integratión í oynni og á arbeiðsmarknaðinum. Vit
umrøða hesir spurningar: Hvat skal til fyri at skapa javnbjóðis møguleikar fyri
allir borgarar í Suðuroy, trivnað og arbeiðsmarknaðarinklusjón? Hvørji átøk skulu til fyri at stuðla undir trivnaði, málmenning hjá tilflytarum, arbeiðsmarknaðar atgongd, og sosialari inklusjón í breiðari merking?
Málbólkur
Kommunstýrislimir, arbeiðsgevarar, tilflytarar, felagsskapir og øll, ið eru áhugað í integratión.
Staður
Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri.
Tíðspunkt
Leygardagin 22. mars 2025 frá klokkan 10.00 til 15.00.
Mál
Føroyskt. Verkstovur verða bæði á føroyskum og á enskum (Sí skrá).
Karmar
Framløgur, pallborð, spurningar, verkstovur og samanumtøka í plenum.
Skráseting
Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku. Tú skrásetur teg/tit
skráseta tykkum við at skriva ein teldupost til: Majken Gaard, FSA-Suðuroy, á mg1208b6@skulin.fo , har tit upplýsa navn, stovn/arbeiðspláss og teldupost.
Seinasta freist at boða frá luttøku er 20. mars kl. 12.00
Verið vælkomin til evnisdagin!
Vegna Miðnámsskúlan & FSA Suðuroy
Maud Julianna Næs, Majken Gaard & Jóna G. Christiansen

Facebook viðmerkingar