
Sunnudagin er 2. umfar í Betrideildini á skránni og skulu bæði Suðuroyarliðini á útivøll.
TB skal spæla ímóti EB/Streymi í Hólmanum á Eiði, tann dysturin byrjar kl. 15.00. Hetta er fyrsti dystur hjá EB/Streymi, tí EB/Streymur skuldi farna vikuskiftið til Vágs at spæla ímóti FC Suðuroy. TB byrjaði væl á heimavølli ímóti Føroyameistarunum í Víkingi, tá teir farna sunnudag við Stórá spældu javnleik 1-1.
FC Suðuroy skal sunnudagin spæla ímóti B68 á Toftum. Dysturin byrjar kl. 16.00 og verður hetta fyrsti dystur hjá FC Suðuroy í Betrideildini, eftir at heimadysturin ímóti EB/Streymi farna sunnudag varð avlýstur orsaka av veðri. B68 tapti í fyrsta umfari 3-2 ímóti HB í Gundadali.
Facebook viðmerkingar