
FSF: Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21 landsliðnum hevur sent boð eftir 31 spælarum til venjingar í næstu viku.
Nýggi venjarin hjá U21 landsliðnum, Ólavur Mikkelsen hevur úttikið sín fyrsta bruttohóp.
Tilsamans 31 spælarar eru boðsendir til tær tríggjar venjingarnar, sum eru á skránni í komandi viku. Hósdagin 20. og fríggjadagin 21. mars verður vant á Svangaskarði á Toftum, og leygardagin 22. mars venur hópurin á Tórsvølli.
Teir, ið eru boðsendir, eru hesir:
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Sámal á Steig, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, B68
Aron Reinert Hansen, B68
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Torkil Úlvur Holm, TB
Hanus Højgaard, B68
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Mattias Hellisdal, B36
Olivur Thomsen, FC Suðuroy
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Tóki á Lógv, B68
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Heini Sørensen, HB
Jógvan Gullfoss, B36
Jóhan Josephsen, B68
Bartal Páll Klein, HB
Áki Samuelsen Ranheim Fotball IL (Noreg)
Silas Gaard, 07 Vestur
Marjus Nón, B68
Djóni Samuelsen, B68
Suni Hermann Petersen, B71
Tobias Hansen, B36
Jógvan Ósá, HB
Í komandi EM undankapping eru Føroyar í bólki C, saman við Estlandi, Íslandi, Luksemborg, Sveis og Frankaríki. Fyrsti dysturin verður leygardagin 7. juni, tá Føroyar og Estland hittast á Djúpumýru í Klaksvík.
Facebook viðmerkingar