Semja er undirskrivað við Heilsuhjálparafelag Føroya

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya skrivaðu fyri løtu síðani undir semju um ein 1 ára sáttmála. Sáttmálin er galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober 2024 til 1. oktober 2025.

Lønarhækkanin, sum er galdandi frá  1. oktober í 2024 er 4,75%.

Avtalað er gjørd um, at fastløntir heilsu- og heimahjálparar nú fáa úrtíðgjald á 50%, tá ið arbeitt verður longri enn 8 tímar.

Tórshavn tann 26. mars 2025

Vegna formansskapin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum

Per Martin Gregersen, formaður

Bjarni Prior, næstformaður

Facebook viðmerkingar