Við einum greiðum 32-25 sigri á oddaliðnum VÍF úr Vestmanna endaði VB kappingarárið sterkt og tóku VB-kvinnurnar eisini uppiborið ímóti bronsu-medaljuni eftir dystin.
VÍF hevur verið sterkasta liðið í Hvonndeildini í ár, men VB hevur í fleiri umførum givið teimum skarpan gang og nú í seinasta umfarið vann VB greitt við 7 málum.
Málini hjá VB gjørdu:
Rúna M. Jacobsen, Caroline Ladefoged og Agnes Fallesen: 6 mál
Barbara K. Hjelm, Bára K. Mortensen, Gurið K. Augustinussen, Rannvá Johannesen: 3 mál
Laila J. Eysturberg: 2 mál
Facebook viðmerkingar