Seinasta Paradís á jørð: Ein hjartanemandi forteljing úr lítla bygdasamfelagnum

Í kvøld var undansýning av nýggja filminum hjá Sakaris Stórá í SALT fyri innbodnum og vit fingu at síggja eina hjartanemandi forteljing um Kára, sum býr í lítla bygdasamfelagnum í Føroyum, saman við systrini Silju.

Filmurin, sum er knappar ein tíma og 30 min til longdar, lýsir á ein skemtingarsaman, men ikki minst rørandi hátt, forholdið millum systkini, sum hava mist mammuna.

Ikki er frítt at filmurin eisini fekk okkurt tár at fella, tá hann nertur tey stóru kenslubornu evnini.

Upptøkurnar fara allar fram í Hvalba, á flakavirkinum og í sera vøkru og stórslidnu náttúruni. Og er ongin ivi um at hetta eisini skapar ein sera positivan part av filminum.

Sakaris Stórá hevur saman við Jón Hammer, framleiðara, heilt sikkurt frammleitt ein av størstu føroysku filmunum higartil.

So tað er heilt sikkurt at viðmæla at fara í SALT ella Havnar Bio og síggja: Seinasta paradís á jørð.

Frumsýning er í SALT í annakvøld 9. apríl og í Havnar Bio 10. apríl.

Rúni Thomsen skrivaði og tók myndirnar.

Facebook viðmerkingar