Sunnasta hálvmaraton 28. juni

Leygardagin 28. Juni 2025 er Sunnasta Hálvmarathon. Hetta er eitt tiltak fyri øll, har tú kanst velja um tú ynskir at renna ella ganga eitt hálvt marathon ella renna/ganga 10 km.

Fyrireikararnir siga, at tiltikna Suðuroyar gestablídni er at sanna, tá tú kemur á mál, tí har bíðar tær eitt stórt flott sjálvtøkuborð.

Nú er atgongumerkjasølan til Sunnasta Hálvmarathon byrjað og tilber at ogna sær atgongumerkið her: https://hvistan.atgongumerki.fo/?eventId=2856744

Facebook viðmerkingar