
1. mars 2025 búðu tað 4.548 fólk í Suðuroynni, sum eru 26 fólk færri enn 1. mars 2024. Tíverri hevur gongdin í Suðuroynni verið skeiva vegin í fleiri fylgjandi ár. Í mars 2020 búðu tað 4.617 fólk í Suðuroynni, 69 fleiri enn í dag.
Gongdin í fólkatalinum í kommununum í Suðuroynni hevur verið sum víst í talvuni niðanfyri, og er tað bara fólkavøkstur í Porkeris- og Hvalbiar kommunu. Fólkatalið í Sumbiar kommunu stendur í stað, meðan fólkatalið í Vágs, Tvøroyrar, Hovs og Fámjins kommunu er minkað seinasta árið.


Facebook viðmerkingar