
Vit fingu eina endurtøku av seinastu finaluni fyri einum ári síðani, tá billardsnillingurin Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri vann finaludystin móti táverandi FM meistaranum, Ólavi Kjølbro úr Klaksvík.
Teir komu báðir víðari til finaluna eftir at hava vunnið hálvfinalurnar á Niels Nielsen og Urbanus Olsen.
Ólavur legði seg greitt á odda í fyrru helvt av dystinum, eina løtu við umleið 160 eygum, tó at dysturin gjørdist rættiliga javnur, sum tíðin leið. So tók sera tryggi og miðvísi tvøramaðurin kortini tann vælspælandi klaksvíkingin aftur fleiri ferðir, til hann loksins lokaði dystin við 500 eygum móti 430 eftir einans 12 umfør. Tað gevur eitt meðal uppá einki minni enn 41,6 eygu, sum í føroyskum billardhøpi er sera høgt. Ólavur hevði eitt meðal uppá 35,8 eygu.
Kelda: Roysni.fo
Facebook viðmerkingar