
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Endamálið við lógaruppskotinum er at samtykkja at farast skal víðari við ætlanini at byggja Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum.
Við uppskotinum verður tó ikki endaliga samtykt at fremja verkætlanina.
Hetta verður avgjørt seinni við eini serstakari løgtingslóg, eftir at verkætlanin er liðugt fyrireikað, prosjekterað, boðin út, og at tilboðini eru innkomin, og neyvari greiða er fingin á, hvør kostnaðurin gerst av tunlinum.
Facebook viðmerkingar