Fimm svimjarar frá Susvim til NMU 2025

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til NMU 2025, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 5. og 6. juli 2025:

  • Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim)
  • Jórun Winther (2011, SuSvim)
  • Sissal Rógvadóttir (2010, SuSvim)
  • Sirið Vesturtún (2011, FS)
  • Lea Petersen (2009, Ægir)
  • Lilja L. Harrysdóttir (2009, HS)
  • Jóhannis í Stórustovu (2011, HS)
  • Tórir Olsen (2011, Ægir)
  • Emma Debes (2010, SuSvim)
  • Talita Johannessen (2010, SuSvim)
  • Theodor Salter (2011, HS)
  • Halla Háfoss (2009, HS)
  • Mariella Henriksen (2010, HS)

Úttøkan er treytað av, at svimjararnir luttaka í teimum fyrireikingum sum SSF skipar fyri, og fráboða um møguligan skaða ella annan darv, sum lýst í reglugerð SSF fyri úttøku og kravtíðir:

Eitt krav er til dømis, at gjøgnumføra antidopingskeið frá Anti Doping Danmark ella WADA, um viðkomandi ikki longu hevur galdandi prógv:

Svimjararnir skulu vátta í seinasta lagið hósdagin 1. mai, um teir ynskja at taka av hesari úttøku.

Facebook viðmerkingar