
Í dag, týsdagin 29. apríl 2025, hátíðarheldur familjufyritøkan DJ-Enni 100 ára stovningardagin av handlinum á Tvørabakka.
Í 1925 lótu dyrnar upp á sinni, í hesum handli, ið er ein sonn býarmynd á Tvøroyri. Tað var Daniel Jacob Mortensen, ið tók navnið Enni í 1924, ið stovnaði handilin – abbasonurin Tórður fortaldi í dag, at Daniel Jacob tók eftirnavnið Enni, tí at 17 aðrir itu Daniel Jacob Mortensen um tað mundið. Daniel Jacob hevði rikið úthandil í Vági í 5 ár, tá hann lat handil upp á Tvøroyri.
Sonurin, Hjørleif Enni tók seinni yvir og rak handilin saman við systrini Brynhild. Mong av eldra ættarliðnum siga enn, at tey líka fara til Hjørleif at vita um okkurt ávíst er at fáa. Eftir Hjørleif tóku synirnir, Tórður og Helgi yvir og róku teir handilini í ein hálvan mannsaldur.
Í dag eru tað abbasonur Hjørleif, Hjørleif Enni yngri, og konan Elin, ið reka handilin og er hann sostatt framvegis í familjuni, eftir hesi mongu árini. Handilin er broyttur seinastu árini, er vorðin moderniseraður og selur millum annað býnúti og leikur.
Hóast handilin er nógv broyttur, so er blíðskapurin tann sami, ið hann altíð hevur verið. Tá vitjað verður hjá D.J. Enni kennir man seg altíð vælkomnan og hjálpsemið er í hásætið.

Kelda og myndir: Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar