Tvær áhugaverdar framløgur á Seglloftinum

Í kvøld, tórskvøldið 1. mai kl. 19:00, er Seglloftið karmur um tvær áhugaverdar framløgur á Seglloftinum.

Føroyska samfelagið er sera tætt knýtt at fiskivinnuni og tí kunnu bert smáar broytingar í lívmargfeldinum hava risastórar avleiðingar fyri fiskivinnuna. Seinastu mongu árini, hevur serliga pelagiska vinnan tikið tik á seg og hesi fiskasløg stríðast við júst somu avbjóðingar sum aðrar. Um æti og yngul ikki samspæla, so gongur hetta út yvir stovnarnar.

Av Havstovuni koma Eilif Gaard, lívfrøðingur, Dr. Philos og Sólvá Jacobsen, lívfrøðingur og Ph.D. lesandi at tosa um teirra eygleiðingar í starvinum á Havstovuni.

Eilif, ið er ættaður av Tvøroyri, fer at greiða frá um “æti og føði hjá uppsjóvarfiski”, meðan Sólvá fer at greiða frá um “yngul á landgrunninum”.

Tveir áhugaverdir og viðkomandi fyrilestrar fyri ein fiskivinnubý sum Tvøroyri, har nógv pelagiskt virksemi er.

Tiltakið er ókeypis og kaffi og okkurt afturvið, verður eisini at fáa.

Facebook viðmerkingar