
Tá samgonguskjalið varð undirskrivað og samgonguskeiðið byrjaði – so var og ein av mongu yvirskriftunum í samgonguskjalinum “Samferðsla” – har tað innleiðandi stendur, at samgongan er samd um, at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at vit kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum.
Hesin parturin handlar millum annað um
- at fara undir at endurnýggja strandferðsluflotan til smærri oyggjarnar – tað er farið ígongd.
- og um Suðuroyartunnilin.
Meiri ítøkiliga stendur tað, at P/F Suðuroyartunnilin fær heimild til at gera allar neyðugar kanningar í sambandi við Suðuroyartunnilin.
Tað arbeiðið hevur so verið ígongd í umleið 2 ár og í mars í ár var hetta málið, sum er til 2. viðgerð í dag lagt fyri Løgtingið.
Og hetta uppskot til løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum snýr seg um:
– Projektering av Suðuroyartunlinum, soleiðis at klárt er at bjóða Suðuroyartunnilin út.
– Útboð av Suðuroyartunlinum, soleiðis at tað verður greitt hvør kostnaðurin verður.
Hetta er ein natúrligur partur av framdriftini í hesum málinum – har tað fyrst eru gjørdar innleiðandi kanningar – til tað nú verður farið undir at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin, áðrenn løgtingið aftur tekur støðu til endaligu verkætlanina.
Og hetta er jú tað sama, sum okur gera í øðrum málum – t.d. við Kampus har okur eru farin undir projektering fyri at fyrireika tey útboðini, sum skulu gerast í komandi tíðum – og tá útboðini eru gjørd, so vita okur hvat verkætlanin kostar og skulu tá taka støðu til verkætlanina aftur.
Frú forkvinna
Politiskt hevur tað í Føroyum verið breið semja um, at tað hevur týdning at skapa møguleikar hjá øllum økjum í landinum at mennast undir javnbjóðis treytum. Tað er eisini høvuðsorsøkin til, at Føroya Løgting ár um ár hevur játtað nógvar pengar til infrakervið.
Tey seinastu 10 árini meiri enn 2,4 milliardir kr.
Og bara tey seinastu 4 árini hava okur brúkt umleið 1,5 milliard kr. uppá infrakervið, meiri enn ein triðingur – omanfyri 500 milliónir kr. – eru brúktar uppá Eystur- og Sandoyartunlar og avleiddar verkætlanir.
Tað er eisini sjón fyri søgn, at hetta hevur skapt møguleikar kring landið – í tráð við politiska ynski, skapt ein nýggjan og lættari gerandisdag. Undirsjóvartunlarnir hava gjørt sítt til góðu gongdina í Vágum, Eysturoynni, Norðoyggjum og nú eisini í Sandoynni. Nýggi tunlarnir norður um Fjall og nýggi Hvalbiartunnilin hava broytt gerandisdagin hjá nógvum – eins og Dalstunnilin og Fámjinstunnilin fara at gera tað fyri onnur.
Uppskotið, sum okur viðgera í dag, snýr seg um sum nevnt ikki um at okur í næstu viku fara undir at bora Suðuroyartunnilin – men snýr seg um, at okur taka næsta stigið í hesari fyri Suðuroynna og Føroyar so týðandi verkætlan.
Tí við Suðuroyartunlinum verða 99% av fólkinum í hesum oyggjalandinum verða knýtt í eitt og sama vegakervi – við øllum teimum menningarmøguleikum sum tað førir við sær fyri bæði Suðuroynna og allar Føroyar.
Ongin ivi er um, at fyri Suðuroynna er hetta ein avgerandi íløga. Hetta er ein íløga, sum fer at tryggja, at fólk og vinna í Suðuroynni fáa javnbjóðis møguleikar við restina av Føroyum.
Har javnbjóðis møguleikar millum annað fevna um at verða ein samanbundin partur við arbeiðsmarknaðin í meginøkinum, soleiðis at tað eisini fer at bera til at búgva í Suðuroynni – og arbeiða í meginøkinum, har tey flestu størvini til útbúgvin fólk eru.
Dóttur mín – Ronja – gongur saman við eini 150 øðrum ungum á miðnámsskúla í Suðuroynni og fer eftir summarfrítíðina undir 2. árið. Hon er – eins og tey flestu ungu í Suðuroynni – farin at hugsa um framtíðina. Farin at hugsa um hvørja útbúgvingarleið hon skal velja – og hon hevur, sum so nógv onnur ung í oynni, ein dreym um at búgva í Suðuroynni, tá hon er liðug við útbúgvingina.
Sum er, ber tað í nógvum førum ikki til – og hetta hevur eisini ført við sær, at nógv ung úr Suðuroynni í dag búgva aðrastaðni – í flestu førum her í miðstaðarøkinum og í øðrum førum uttanlands, tí tað er her at arbeiðstilboðið til tey er, tá tey eru liðug við útbúgvingina.
Hendan gongdin hevur eisini havt greiða ávirkan á Suðuroynna.
Fólkatalið í Suðuroynni er støðugt minkað í nógv ár. Seinastu 10 árini minkað við meiri enn 2%, meðan fólkatalið í Føroyum í sama tíðarskeiði er vaksið við næstan 13%.
Broytingin í fólkatalinum hava havt við sær stórar demografiskar broytingar. Tað eru fleiri eldri, færri ung og færri børn. Í fjør blivu tað t.d. fødd 6 børn í Vági – helvtina minni enn talið av børnum, sum vórðu fødd í Rituvík, hóast tað búgva 1.000 fólk fleiri í Vági enn í Rituvík.
Gongdin í Suðuroynni hevur verið skeiva vegin í langa tíð og góða gongdin í samfelagnum sum heild hevur ikki ávirkað gongdina í Suðuroynni. Eitt er fólkatalið og demografiska gongdin. Eitt annað er arbeiðsloysi og óstøðugur arbeiðsmøguleikar – og lægri inntøkur sum heild – við øllum teimum ávirkanum, sum tað hevur.
Tí fegnist eg eisini um, at tað nú er breið politisk semja millum flokkarnar í Løgtinginum um, at tíðin nú er búgvin til at taka eitt týðandi stig at fremja Suðuroyartunnilin fyri at venda gongdini í Suðuroynni.
Frú forkvinna
Eins og greitt hevur verið frá, so snýr uppskotið seg um ein undirsjóvartunnil frá Sandvík í Suðuroynni til Djúpadals í Sandoynni. Í Suðuroynni skal nýggjur Sandvíkartunnil gerast og nýggjur vegur í Hvalba, sum bindir Suðuroyartunnilin í landsvegin í Suðuroynni.
Í Sandoynni skal eisini gerast ein farleið frá Suðuroyartunlinum í veganetið í Sandoynni og til Sandoyartunnilin. Og er nevndin á einum máli um, at tað ikki er rætt at binda seg til veg uppi á Traðarhamri – og at tað tí í tøttum samstarvi við kommunurnar eigur at verða funnin ein betri loysn.
Nevndin er eisini samd um, at Skúvoyggin skal takast uppí verkætlanina – og at tað ikki bara skal projekterast ein teymur frá Suðuroyartunlinum, sum seinni kann blíva til ein atkomutunnil til Skúvoyar – men at tað skal projekterast ein góð og trygg loysn fyri Skúvoynna, sum verður boðin út saman við Suðuroyartunlinum.
Í viðgerðini í nevndini hava verið ymisk sjónarmið frammi viðvíkjandi møguleikunum at bora úr Skúvoynni – og er nevndin eisini samd um, at tað skal kannast neyvt um tað ber til at bora úr Skúvoynni. Ber tað til, so kann tað stytta um tíðina tað tekur at gera Suðuroyartunnilin – og fer tað sannlíkt, at gera at øll verkætlanin verður bíligari, ikki minst um siglandi Suðuroyarleiðin kann niðurleggjast fyrr.
Frú forkvinna
Nevndin hevur í hoyringunum brúkt nógva tíð uppá at umrøða trygd – bæði undir arbeiði og eftir at tunnilin er liðugur.
Leiðarin fyri trygd hjá Norconsult var í nevndini og greiddi frá hvussu trygdin varð skipað – og eisini um trygd og trygdarkrøv í øðrum tunlum.
Okur í fíggjarnevndini eru púra samd um, at trygdin skal verða í hásæti – og halda tað vera sera umráðandi at trygdarspurningurin verður viðgjørdur væl og virðiliga í prosjekterings-tíðarskeiðnum. Har fevnir ein týðandi partur jú um, at Landsverk er góðkennandi myndugleikin á tí økinum.
Frú forkvinna
Hetta uppskotið snýr seg um at byrja at bora Suðuroyartunnilin mánadagin – ella um at taka at upptaka milliarda lán, tá uppskotið er samtykt.
Men fíggjarligi parturin verður tó – í tráð við samgonguskjalið – viðgjørdur í fylgiskjølunum í uppskotinum, har ein fíggingarleistur er gjørdur.
Í uppskotinum til fíggingarleist verður lagt upp til, at tað á fíggarlógini til Suðuroyartunnilin komandi 10 árini verða brúktar 100 milliónir kr. av íløgukarminum, sum í ár er 650 mió. kr. Tilsamans 1 milliard krónur yvir 10 ár – og so skulu 350 mió. kr. eisini koma úr Íleggingargrunninum.
Hetta er í tráð við tilmælini frá m.ø. Fíggjarmálaráðnum, sum hevur víst á, at tað er skilagott, at eginfíggingin áðrenn byggingina er so stór sum gjørligt, fyri at sleppast kann undan ov stórari rentutilskriving í byggitíðarskeiðinum.
Frágreiðingin um fíggingarleistin greinar hvussu ávirkanin verður á fíggjarlógina undir ymiskum fortreytum. Ein týðandi partur fevnir um at játtanin til siglandi Suðuroyarleiðina verður flutt til Suðuroyartunnilin, tá Suðuroyartunnilin er liðugur.
Í fíggingarleistinum verður lánsgjaldið og raksturin av Suðuroyartunlinum mett til at verða umleið 115 mió. kr. um árið. Hetta er ein meting, sum er grundað á, at Suðuroyartunnilin við avleiddum verkætlanum fer at kosta umleið 4,2 milliardir kr., harav 1,35 milliardir krónur eru innskot til P/F Suðuroyartunnilin.
Tá tað kemur til raksturin av siglandi Suðuroyarleiðini, so metir Strandfaraskip Landsins, at siglandi farleiðin um Suðuroyarfjørð á fíggjarlógini komandi 30 árini fer at kosta í miðal 146 mió. kr. um árið til rakstur, viðlíkahald, dokkingar og nýggj skip.
Tá Suðuroyartunnilin er liðugur, so verður siglandi Suðuroyarleiðin niðurløgd – og kostnaðurin av leiðini tá spardur á fíggjarlógini.
Í mun til kostnaðin av Suðuroyartunlinum, so vísa metingarnar, sum fyriliggja, at tað verða spardar umleið 30 mió. kr. um árið í rakstrinum á fíggjarlógini við at fara frá siglandi Suðuroyarleið til Suðuroyartunnilin.
30 ár eftir at Suðuroyartunnilin er liðugur eru lánini útgoldin, og tá verða allar útreiðslurnar, sum í dag fara til eina siglandi Suðuroyarleið, spardar á fíggjarlógini, tað eru umleið 146 mió. kr. í miðal um árið – sparingar, sum kunnu fara til at betra um haldførið hjá Landskassanum.
Hvørt hesi tølini halda, ja, tað vita okur nógv meiri um, tá Suðuroyartunnilin er liðugt projekteraður og hevur verið í útboð – og tað er jú tað, sum hetta uppskotið handlar um.
Takk fyri.
Facebook viðmerkingar