
Brennur tú fyri námsfrøði og ynskir tú at gera mun í gerandisdegnum hjá børnum og starvsfólki? Og hevur tú ein leiðara í búkinum og ynskir at arbeiða við menning og skipan av dagstovnaøkinum? So hevur tú ein gyltan møguleika. Vágs Kommuna søkir eftir einum dagstovnaleiðara við námsfrøðiligari ábyrgd til dagstovnaøkið í kommununi. Talan er um fulltíðarstarv, sum er tíðaravmarkað til 30. apríl 2026.
Um starvið
Sum dagstovnaleiðari við námsfrøðiligari ábyrgd fært tú ein týdningarmiklan leiklut í dagliga arbeiðinum á dagstovnaøkinum í kommununi. Tú kemur at menna námsfrøðiliga arbeiðið saman við starvsfólkunum í samsvari við samtíðartørvin. Tú verður partur av nýggja leiðslutoyminum á dagstovnaøkinum og kemur tú at manna leiðsluna saman við leiðara, sum hevur ábyrgd av rakstri og fyrisiting. Harumframt verður tú í stýrisbólkinum av stóru og spennandi barnaverkætlanini, ið verður royndarkoyrd saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Dagstovnaøkið í Vágs Kommunu
Barnagarðurin Eikilund, við bæði vøggustovum og barnagarðsstovum, Sóljan, sum er elsti árgangurin, frítíðarskúlin og Ungdómshúsið mynda fjølbroytta tilboðið til børn og ung í Vágs Kommunu. Og sum dagstovnaleiðari, fært tú námsfrøðiligu ábyrgdina av hesum tilboðið og stovnum.
Okur bjóða tær:
- eitt avbjóðandi og mennandi leiðarastarv í einum týdningarmiklum leikluti við fjøllbroyttum avbjóðingum.
- eitt fakliga spennandi starv, har tú fært møguleika at seta tín dám á, hvussu dagstovna tilboðið í kommununi verður skipað og ment til eitt trygt og gevandi tilboð til børn og ung.
- eitt samstarv við fakliga dugnalig starvsfólk við góðum stuðli frá leiðslu og umsiting.
- at gerast partur av stýrisbólkinum í barnaverkætlanini.
Okur væntað, at tú:
- hevur námsfrøðiliga útbúgving og royndir innan dagstovnavirksemi.
- hevur leiðsluroyndir ella leiðsluligt hegni og dugur at leiða starvsfólk.
- ert fakliga trygg/ur og dugir at seta kós.
- dugir væl at samskifta og skapa tryggleika og álit.
- ert sjálvstøðug/ur, skipað/ur og megnar at halda yvirblikki í einum fjølbroyttum gerandisdegi.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Dagstovnaleiðarin við námsfrøðiligari ábyrgd vísir til trivnaðarleiðaran.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Magnus Paula West, trivnaðarleiðari, á telefon 23 93 92 ella við telduposti á magnus@vagur.fo.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast inn her til okra HR-skipan, og vera okum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19. mai 2025.
Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Magnus Paula West, trivnaðarleiðara, á telefon 23 93 92 ella magnus@vagur.fo.
Vágs kommuna
Facebook viðmerkingar