
Rørgull er ein tvírør træblásarabólkur, sum varð stovnaður fyri uml. 3 árum síðani. Ikki eru tað nógv, ið spæla hesi ljóðførini í Føroyum, og er tað ein av orsøkunum, at hetta samanspæli byrjaði.
Vit fara at hava eina konsert í Vágs kirkju tann 15. mai kl. 18:30.
Stykkini vit fara at spæla eru nýggj føroysk løg, eins og eldri løg í nýggjum hami.
Til hesa konsertina hevur Rørgull fingið ein ungan gesta solist, Ásgerð S. Olsen, í nøkrum innsløgum.
Hini eru: Høgni R. Hansen: Obo Rebekka L. Olsen: Obo d’amore Inga D. Remmel: Enskt horn Otniel Nygaard: Fagott
Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar